Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jólamjørkin

Enska hugtakið smog er samansett av smoke og fog. Roykblandaða tokan kann steðga fótbóltsdystum.

Uttan fyri heimavøllin hjá Charlton Atletic Football Club stendur ein 2,75 metrar høg standmynd av Sam Bartram, sum varð reist í sambandi við 100-ára dagin hjá felagnum í 2005.

Sam Bartram var føddur 22. januar 1914 og spældi alla yrkisleiðina fyri Charlton Athletic, har hann eigur fleiri met: Elsti leikari í fótbóltsdeildini yvirhøvur (42 ár), flestar dystir yvirhøvur (623), flestar landskappingardystir (579) og flestar FA Cup dystir (44). Kortini er hann kanska best kendur sum besti málverjin, sum ongantíð spældi á enska A-landsliðnum. Málmenninir hjá ávikavist Manchester City og Tottenham Hotspur, Frank Swift og Ted Ditchburn, vórðu tiknir framum.

Eftir lokna skúlagongd arbeiddi hann sum námsarbeiðsmaður og royndi seg sum miðframherji ella hálvbakkur í uttan-deildarfótbólti. Hann royndarvandi við Reading, men tað var til fánýtis. Eydnan vendi, tá liðið í grannalagnum, Boldon Villa, manglaði ein málmann undan einari steypafinalu í 1934. Bartram játtaði at fara í mál og talentleitarin hjá Charlton Athletic, Anthony Seed, var til dystin. Anthony var bróðir til felagsstjóran hjá Charlton, Jimmy Seed.

Charlton spældi tá í 3. deild Suður, men trý ár seinni endaði Charlton á 2. plássi í bestu deildini; bert trý stig aftan fyri Manchester City. Eitt hálvt ár seinni var Sam Bartram vitni til eina heldur óvanliga hending, tá Chelsea og Charlton møttust jóladag 1937 á Stamford Bridge. Hann hevur sjálvur greitt soleiðis frá: “Stutt eftir dystarbyrjan byrjaði mjørkin at ferðast stútt og støðugt frá hinum endanum fram við Vic Woodley í málinum hjá Chelsea og ímóti mær. Dómarin steðgaði dystinum og setti hann í gongd aftur, tá sýnið gjørdist betri. Vit høvdu leikliga yvirvág og eg sá færri og færri leikarar, tí vit áhaldandi lupu á.

Eg royndi at halda hitanum, men legði eisini merki til, at vit skoraðu ikki, tí mínir viðleikarar komu ikki aftur at stilla seg, sum teir høvdu gjørt, um vit høvdu skorað. Tíðin rann avstað og eg rann fram á brotsteigarmarkið fyri at síggja betri, men hann køvdi av í mjørka. Eg sá framvegis onki. Verjan hjá Chelsea mundi vera undir hørðum trýsti.

Eina góða løtu seinni kom ein persónur undan kavi framman fyri meg. Tað var ein løgreglumaður og hann gløddi ivasamur upp á meg. “Hvat í allari víðu verð gerst tú her?” og hugdi undrandi upp á meg. “Dysturin varð steðgaður fyri einum korteri síðani og vøllurin er manntómur.”

Les eisini...  Manchester City keypir Mateo Kovacic

Og tá eg trilvaði meg fram til skiftingarrúmið, vóru mínir liðfelagar á Charlton-liðnum lidnir undir brúsuni og stóðu í skellilátri.”

Sam Bartram spældi samfull 22 ár fyri Charlton Atletic, har hann gavst í 1956, 42-ára gamalur. Hann verður roknaður millum bestu leikarar yvirhøvur og sum allarbesti málverji. Hann spældi fýra steypafinalur á rað á Wembley frá 1943 til 1947, harímillum FA Cup-finaluna í 1946 (1-4 tap fyri Derby County) og 1947 (1-0 sigur á Burnley). Ávegis til finalusigurin í 1947 noyddist hann at spæla við einum heitum umslagi á búkinum í hálvfinaluni ímóti Newcastle á Elland Road 29. mars, tí hann stríddist við mateitran.

Tann 6. mars 1954 setti hann nýtt met í ensku fótbóltsdeildini, tá hann spældi dyst nr. 500 og 40-ára gamalur endaði hann á 2. plássi í kappingini sum ársins leikari.

Í mars 1956 gjørdist hann felagsstjóri hjá York City, sum hann stjórnaði til uppflyting í 1958-59 og gjørdist síðani felagsstjóri hjá Luton Town frá juli 1960 til juni 1962. Tá fótbóltslívsleiðin var at enda komin, gjørdist hann fastur fótbóltshøvundur hjá The People. Hann andaðist 17. juli 1981.