Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti HM-toppskjúttin

Hann spældi bara 4 landsdystir, men skoraði heili 8 mál – enntá í einum HM-endaspæli.

Tann 26. desember 1966 doyði fyrrverandi argentinski stjørnuleikarin og landsliðsvenjarin, Guillermo Stábile, 61-ára gamalur.

Guillermo Stábile var føddur 17. januar í Buenos Aires í Argentina. Hann byrjaði sum ungdómsleikari hjá Huracán, har hann spældi miðframherji og leikti har sum yrkisleikari frá 1924 til 1930. Í tí tíðarskeiðnum skoraði hann 102 mál í 119 dystum og var við til at vinna meistaraheitið í Primera División árini 1925 og 1928.

Summarið 1930 luttók hann í allarfyrstu HM-kappingini, men hann spældi ikki í fyrsta dystinum ímóti Fraklandi. Undan øðrum bólkadystinum hjá Argentina ímóti Mexico fekk fyrsta valið í álopinum, Roberto Cherro, eitt óttaherðindi. Guillermo Stábile gjørdi ikki mætari enn í sínum fyrsta landsdysti at skora eitt hattrikk í 6-3 sigrinum og tvey mál ímóti Chile, tá Argentina vann bólkin. Hann skoraði tvey mál afturat ímóti USA í hálvfinaluni umframt eitt í finaluni ímóti Uruguay. Hóast Argentina tapti dystin 2-4, endaði Stábile sum toppskjútti í HM-endaspælinum við 8 málum. Hann spældi ongantíð aftur á landsliðnum og skoraði tískil 2 mál í miðal í hvørjum landsdysti.

Frálíka spælið hevði vakt ans í Genoa, har hann aftur skoraði eitt trítyssi av málum í byrjanardystinum. Hann spældi árini 1930-34 við Geona, áðrenn hann skifti til Napoli kappingarárið 1934-35 og so aftur til Genoa í 1935. Hann endaði fótbóltslívsleiðina hjá Red Star Paris, sum upphavsmaðurin til HM-endaspælið, Jules Rimet saman við Ernest Weber hevði stovnað 21. februar 1897. Stábile var spælandi-venjari hjá Red Star Paris frá 1937 til 1939, tá hann vendi aftur til føðilandið fyri at stjórna San Lorenzo og landsliðnum, men endaði við at flyta Red Star upp í bestu deildina.

Les eisini...  U21 HM: Ovi Lützen og Kristian Jensen fara at sakna samanhaldið

Sum landsliðsvenjari vann hann seks Copa América (1941, 1945, 1946, 1947, 1955 og 1957) umframt al-amerikanska (sum fevnir um øll londini í Norður-, Mið- og Suðuramerika) meistaraheitið í 1960. Samstundis stjórnaði hann fleiri klubbliðum, harímillum San Lorenzo (1939-40), Estudiantes de la Plata (1940-41), Huracán (1940-49) og at enda Racing Club (1949-60), sum hann stjórnaði til trý meistaraheiti (1949, 1950 og 1951).

Í 1960 steðgaði hann sum landsliðsvenjari og gjørdist í staðin stjóri í landsumfevnandi argentinska fótbóltsskúlanum. Har starvaðist hann, til hann doyði 26. desember 1966.