Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kurteisliga kempan

Valisiski risin var stjørnuleikari hjá bæði Leeds United og Juventus.

Valisiski úrmælingurin, áleyparin John Charles var ein kurteislig kempa. Hann var útivið 1,90 metrar høgur og vigaði nærum 90 kilo, men ongantíð varð hann útvístur ella fekk tíansheldur nakað gult kort. Ofta varð hann róptur “The Gentle Giant” ella “King John”.

John Charles var føddur 27. desember 1931 í Swansea. Hann spældi ungdómsfótbólt við Swansea Town (seinni City) saman við bróðrinum Mel Charles, sum eisini gjørdist yrkisleikari. Teir endaðu eisini báðir á valisiska landsliðnum saman við grannunum Ernie Jones, Mel Nurse og Jackie Roberts. Orsakað av, at John var so ungur, náddi hann ongantíð at spæla á besta liðnum hjá Swansea.

Tá Frank Buckley majorur keypti 17-ára gamla John Charles í 1948, roknaði hann við, at John fór at gerast ein stakgóður miðverji hjá Leeds United, sum tá spældi í næstbestu deildini. Buckley royndi eisini John á høgra og vinstra bakki umframt sum miðverja. John spældi eisini fyrsta dystin á besta liðnum 19. apríl 1949 sum miðverji, har hann skuldi taka sær av skotska miðframherjanum á skotska landsliðnum hjá Queen of the South, Billy Houliston, sum tíggju dagar frammanundan hevði plágað ensku verjuna á Wembley, tá Skotland vann 3-1. Á Elland Road gjørdist úrslitið 0-0 og Houliston helt John vera “besta miðverja, sum hann nakrantíð hevði spælt ímóti”.

Í 1950 var John Charles bert 18 ár og 71 dagar, tá hann spældi fyrsta A-landsdystin ímóti Írlandi 8. mars 1950. Tá var hann yngsti leikari yvirhøvur, sum hevði spælt fyri Wales.

Frá 1950 til 1952 gjørdi John hertænastu og í sama tíðarskeiði varð hann skurðviðgjørdur fyri brósk í báðum knøum. John leitaði ofta frameftir sum miðverji, tí hann skallaði hart og hevði eitt dundurskot, men tað var ikki fyrr enn í oktober 1952, at hann varð fluttur fram sum miðframherji, har hann skoraði 11 mál í 6 dystum.

Les eisini...  Nú er koyrandi aftur á Selatraðarvegnum

Í 1955 varð hann útnevndur til liðskipara og sama kappingarár flutti Leeds upp í bestu deildina, tá John skoraði 29 mál í 42 dystum. Hetta sama árið umboðaði hann Stóra Bretland í dysti ímóti Írlandi.

Árið eftir skoraði John 38 mál í 40 landskappingardystum, tá Leeds endaði á 8. plássi í bestu deildini og John gjørdist samstundis enskur toppskjútti. Tilsamans skoraði hann 150 mál í 297 landskappingardystum í átta ár fyri Leeds, harímillum klubbmetið á 42 mál í 39 dystum í kappingarárinum 1953-54. Hann er framvegis næstbesti málskjúttin nakrantíð hjá Leeds United, har bara Peter Lorimer hevur skorað fleiri mál.

Í 1957 skifti John til Juventus fyri £65.000, sum tá var eitt bretskt met. Í Juventus stóð hann seg sera væl saman við eitt nú argentinska Omar Sívori og italska Giampiero Boniperti. Teir tríggir vórðu eisini kallaðir Heilaga Tríeinigheitin. John spældi fyrsta dystin 8. september 1957 ímóti Hellas Verona, har støðan var 2-2, tá John skoraði sigursmálið og næstu dystirnar ímóti ávikavist Udinese og Genoa skoraði hann aftur sigursmálini. Juventus vann meistaraheitið í 1957-58 og John Charles varð kosin ársins leikari í Italia.

Wales luttók í HM 1958 í Svøríki, tá spenta støðan í Miðeystri orsakað av stríðnum um Suez-kanalina hevði við sær, at ongin vildi spæla ímóti Ísrael. FIFA vildi ikki loyva Ísrael við uttan at hava spælt, so tað var lutakast millum tveyararnir í Europa. Belgia vann lutakastið, men frásegði sær luttøku og so fekk Wales møguleikan.

Lagnan vildi tað soleiðis, at seinni dysturin millum Wales og Ísrael varð lagdur sama dag sum Manchester United ímóti Reyðu Stjørnu, tí var hjálparvenjarin hjá Sir Matt Buby, Jimmy Murphy, við landsliðnum og ikki umborð á flogfarinum ta lagnufullu náttina í München tann 6. februar 1958. Jimmy Murphy vandi Manchester United restina av kappingarárinum 1957-58, meðan Busby lá á sjúkrahúsinum og so fór Murphy við Wales til Svøríkis stutt eftir.

Les eisini...  Serliga ringt í Suðuroynni

Wales hevði eisini eitt gylt ættarlið við leikarum sum Ivor Allchurch, Cliff Jones, Alf Sherwood, Jack Kelsey, Trevor Ford, Ronnie Burgess, Terry Medwin og John Charles við áðurnevnda Jimmy Murphy við róðrið. Teir vístu seg frá bestu síðu, endaðu í fjórðingsfinaluni, men taptu fyri Brazil við Pelé á odda. Bróðirin Mel var eisini við, meðan John fekk ein skaða í frásáldingardystinum í bólki 3, har Wales vann 2-1 á Ungarn. Uttan John tapti Wales sera tepurt fyri Brazil í fjórðingsfinaluni, tá eitt skot frá Pelé varð bent til viks av Stuart Williams og snýtti tann framúrskarandi Jack Kelsey í Wales-málinum.

Við Juventus vann John eisini meistaraheitini í 1960 og 1961 umframt steypafinalurnar í 1959 og 1960. Í 1959 varð John Charles kosin 3. besti leikarin í Europa eftir ávikavist Alfredo di Stéfano og Raymond Kopa. Ongin annar valisi hevur megnað tað. Um Juventus skuldi halda eina leiðslu, varð John fluttur aftur sum miðverji, men hann skoraði kortini 108 mál í 155 dystum og varð italskur toppskjútti í 1957-58 við 28 málum.

Hann skifti aftur til Leeds í 1962, men spældi bara 11 dystir og fann ikki stórspælið framaftur. Síðani spældi hann við AS Roma (1962-63), Cardiff City (1963-66), Hereford United (1966-71) og valisiska liðnum Merthyr Tydfil (1972-74), áðrenn hann gavst at spæla í 1974. Frá 1967 var hann spælandi-felagsstjóri, men síðstu mongu árini var hann illa darvaður av skaðum.

Samanlagt spældi John Charles 38 landsdystir og skoraði 15 mál, men tá spældi hann 17 landsdystir í verjuni og 15 sum miðframherji. Hinar 6 landsdystirnar spældi hann innari vongur. Umframt fjórðingsfinaluna í 1958 vann John British Home Championship í 1959-60.

Les eisini...  Tvídráttur førdi til nýggja fremstu deild

Seinni varð hann valdur sum besti útlendski leikarin, sum nakrantíð hevði spælt í Serie A og fekk pláss sum fyrsti ikki-italienarin í italska Heiðursskálanum (Hall of Fame) í 2001. Árið eftir varð hann valdur til enska Heiðursskálan. Leeds United hevur eisini heiðrað fyrrverandi hetjuni við at nevna West Stand og leikvøllin hjá eykaliðnum eftir honum. Hann átti eisini eina barr nærindis Elland Road.

William John Charles andaðist 21. februar 2004 og sama ár varð hann valdur til Gylta leikaran hjá Wales árini 1954-2003 í sambandi við 50-ára hátíðarhaldið hjá UEFA.