Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey harðskapsmál í miðbýnum í Havn

– Vit arbeiða víðari við málunum, og avhoyringar skulu gerast í dag, greiðir vaktleiðarin frá í morgun

Annað jólakvøld var í gjárkvøldið, og tá plaga nógv fólk at vera í býnum, og í gjár var heldur einki undantak, hoyra vit frá Føroya Politi í morgun.

Løgreglan var sjónlig til staðar í náttarlívinum, og gjørdi ymiskt fyribyrgjandi arbeiði, har illstøður vóru við at taka seg upp í býnum í Havn í nátt.

Men hóast tað, so eru tvey harðskapsmál fráboðaði løgregluni í nátt, har miðlarnir tó ikki fáa so nógv innlit í í morgun.

– Vit arbeiða víðari við málunum, og avhoyringar skulu gerast í dag. Men tað er ikki so nógv meira enn tað, sum vit fáa greitt frá um hesi mál í verandi stund, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Talan er um harðskapsmál, ið eru hend í Havn, eftir at skeinki- og dansistøðini lótu aftur í nátt.

Stjól rúsdrekka
Í gjár – um 15-tíðina – fekk løgreglan eina fráboðan um eitt innbrot í Havn, har onkur hevur brotið inn í eitt fluguskáp, fyri at stjala rúsdrekka, ið var goymt inni har.

Tysti tjóvurin er farin avstað við nøkrum fløskum av brennivíni og eisini nakað av øli, men í hesum málinum er eingin handtikin fyri stuldurin, greiðir vaktleiðarin frá.

Í samband við annað jólakvøld var løgreglan úti í Suðuroy og kannaði ferðsluna, og um nakar bilførari hevði drukkið, men alkometrið hjá løgregluni gav einki útslag í gjárkvøldið.

– 15 bilførarar vórðu kannaðir, men allir vóru edrúir, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.