Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smyril avlýsir vegna veður

Avlýsingar eru á Suðuroyarleiðini seinnapartin og í kvøld

Vit hava havt gott jólaveður – tó við eitt sindur av regni jólaaftan – men nú veksur hann vindin nakað í dag.

Føroyska veðurstovan sigur, at út á seinnapartin verður tað hvassur vindur ella skrið um eystan, 15 til 20 metrar um sekundið, men í kvøld í støðum upp ímóti storm, um 21 metrar um sekundið, og tað fær Strandferðsluna at avlýsa tveir túrar í dag.

Teir túrar, ið ikki verða sigldir eru túrarnir av Krambatanga klokkan 18:45 og av Havnini klokkan 21:15.

Siglt verður soleiðis á leið 7 í dag, mikudagin 27. desember; Av Krambatanga klokkan 06 og klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 8:45 og klokkan 16.

Avlýsing á leið 58
Vegna ókyrru í Fugloy og Svínoy, so varð túrurin klokkan 8:45 úr Hvannasundi ikki sigldur í morgun.