Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Politi ávarar um falskar fráboðanir

Í løtuni fær politiið fleiri fráboðanir frá fólki, sum verða uppringd av Københavns Politi ella Ríkispolitinum

Føroya Politi ávarar um, at ringt verður til fólk, har roynt verður at fáa upplýsingar frá fólki.

– Persónarnir, sum ringja, tosa um politimál ella forbrúkslán og í tí sambandinum ynskja teir persónligar upplýsingar frá borgarunum, skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.

Politiið heitir tí á øll um ikki at lata nakrar upplýsingar frá sær.