Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ognarfelag skal eiga og reka HB-húsið

Privatar fyritøkur fara at yvirtaka HB-húsið

Í gjárkvøldið var eykaaðalfundur hildin í Havnar Bóltfelag. Á skránni var millum annað umskipan av eigaraviðurskiftunum í HB-húsinum.

Fundurin samtykti einmælt at gera eitt ognarfelag, sum skal eiga og reka HB-húsið.

– Virksemið í HB-húsinum heldur fram óbroytt, og eru vit í HB sera fegin fyri at fáa hendan møguleikan, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Ognarfelagið verður formliga stovnað av Poul Michelsen, sum er ein av heiðurslimunum í felagnum.

Eina millión frá kommununi
Í summar samtykti Tórshavnar býráð, at havnafeløgini bæði skuldu fáa eina millión krónur í part, sum feløgini høvdu biðið um, tí feløgini megna ikki at halda felagshúsini viðlíka.

Fíggjarliga byrðan at halda húsini, og at endurnýggja hølini, eru ein byrða hjá feløgunum, sum vilja vera við, at hetta gongur út yvir ítróttarliga virksemi – bæði fíggjarliga og í mun til trivnaðin.

HB og B36 søgdu í summar, at feløgini bæði ynskja eina skipan, har kommunan játtar røkt- og bygningsviðlíkahaldið av báðum felagsbygningunum við fastari upphædd í eitt ávíst áramál, so at feløgini kunnu fáa lagt eina ætlan fyri at dagføra bygningarnar til nútíðarstand.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at HB og B36 fáa pening frá kommununi til bygningarnar, og eisini hava feløgini áður fingið árligan rakstrarstuðul eitt nú til orkuútreiðslur, sum eisini er brúktur til viðlíkhald av bygningunum, og so er spurningurin, hvussu verður við hesum, nú ognarfelag verður stovnað, sum skal reka og eiga HB-húsið.