Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

158 rakettir skotnar inn yvir Ukraina í dag

Minst 24 sivilfólk eru deyð í russiskum rakettálopi móti Ukraina. Fólkatingslimur hartar enn einaferð Tjóðveldi fyri lyftisbrot

Tað eru 673 dagar síðan, at Russland gjørdi innrás í Ukraina – tann 24. februar í 2022.

Tíðliga í morgun vórðu nógvar rakettir skotnar yvir Ukraina. Deyðatalið í Ukraina er nú komið upp á 24 sivilfólk, eftir at Russland fyrr í dag sendi 158 rakettir inn í landið.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Hetta er størsta samskipað álop, síðan kríggið byrjaði fyri tveimum árum síðan.

Fyri fáum døgum síðan bumbaði Ukraina eitt russiskt krígsskip í hersettu Krim-hálvoynni, og álopið í dag verður sæð sum aftursvar frá Russlandi fyri hetta.

Teir seks størstu býirnir í Ukraina er raktir í álopinum: Kyiv, Kharkiv, Odessa, Lviv, Zaporizjzja og Dnipro.

Loftávaringarnar hava eisini ljóðað nú seinnapartin í fleiri pørtum av landinum, skrivar The Guardian. Og ukrainskir myndugleikar rokna við, at tað er vandi fyri, at fleiri rakettir verða sendar móti Ukraina, har millum annað íbúgvar í høvuðsstaðnum, Kyiv, hava fingið boð um at søkja sær skjól.

Fólkatingslimur hartar enn einaferð Tjóðveldi fyri lyftisbrot
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, leggur í einum uppslagi á Facebook enn einaferð eftir Tjóðveldi, fyri at hesin samgonguflokkurin fyri lyftisbrot.

Soleiðis skrivar Sjúrður Skaale á Facebook:

“Fyri fáum døgum síðani oyðilegði Ukraina eitt russiskt krígsskip. Hetta var fyri at verja seg móti álopum frá sjónum, og fyri at verja útflutningin av mati gjøgnum svartahavið.

Bæði hava týdning fyri okkum – tað seinna ógvuliga beinleiðis, tí tað er avgerandi fyri prísin á matvørum.

Í morgun kom svarið: Bumburegn í Europa!

Men løgtingsmeirilutin ristir ikki á hondunum: Tætt og umfatandi samstarv við Russland á stjórnarstigi er tað tað einasta rætta! Fyri tí mugu sjálvt mest grundleggjandi vallyfti víkja!

Og tey, sum brutu hesi lyfti (ein stórur samgonguflokkur), halda seg ikki ein gang hava fyri neyðini at grundgeva fyri tí alment…”

Ukrainskur ráðgevi í innanríkismálum í Ukraina hevur postað hetta videobrotið á X (fyrrverandi Twitter, jour.), har hann samanber støðuna í Russlandi og Ukraina júst nú, har hann deilir eitt video, har vit síggja fólk í Russlandi hava jólafrí vinstrumegin, og hvussu jólafrítíðin sær út í Ukraina.

Les eisini...  India hevur tíggjufaldað innflutningin av russiskari olju

– Okkurt er heilt galið í hesum heimi, sigur Anton Gerashchenko, sum er ráðgevi í ukrainska innanríkismálaráðnum.