Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

266 færri nýggj akfør innflutt í fjør enn í 2022

Tað komu umleið 12 prosent færri nýggj í fjør í mun til 2022, tó innfluttu vit fleiri brúkt akfør í fjør enn árið fyri

2.015 nýggj akfør vórðu skrásett í fjør.

Tað er gott og væl 12 prosent færri nýggj akfør enn í 2022, tá 2.281 nýggj akfør blivu skrásett.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Akstovuni fyri árið í fjør.

Tað eru serliga nýggir persónbilar og vøruvognar, sum vit hava keypt minni av í fjør. Í fjør vórðu 146 færri nýggir persónbilar skrásettir hjá Akstovuni, meðan 56 færri vøruvognar blivu skrásettir.

Innflyta fleiri brúkt akfør
Verður hugt í hagtølini fyri innflutt brúkt akfør, so síggja tølini eitt sindur øðrvísi út.

Samlað 26 fleiri brúkt akfør skrásett í fjør, enn tað vóru í 2022. Tað er ein vøkstur upp á gott og væl tíggju prosent.

Tað er serliga brúktir persónbilar, sum vit innflyta fleiri av. Í fjør innfluttu vit 146 brúktar persónbilar, meðan hetta talið var 118 brúktir persónbilar í 2022.