Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HB missir fleiri spælarar

Jákup Thomsen, Matthias Præst Nielsen og Emil Berger spæla ikki við HB hetta kappingarárið. Tað ljóðar, at Mikkel Dahl heldur ikki heldur fram, og so er spurningurin, um Adrian Justinussen eisini er søga í HB. Hinvegin verður HB sett í samband við tveir finnar

Nýggi HB-venjarin, Adolfo Sormani, hevur í løtuni ein tunnan hóp at arbeiða við til komandi kappingarár.

Nakrir spælarar halda ikki fram í felagnum, meðan tað enn eru ivamál um nakrar spælarar.

Greitt er, at Jákup Thomsen, Matthias Præst Nielsen og Emil Berger ikki halda fram í felagnum.

HB kunngjørdi í gjár, at 26 ára gamli Jákup Thomsen spælir ikki í ár vegna drúgva uppvenjing eftir skurðviðgerð í knænum, men ístaðin verður hann venjari hjá U15-liðnum hjá HB.

Matthias Præst, sum annars varð keyptur leysur úr AB undan kappingarárinum í fjør – og sum gjørdi ein eitt-ára sáttmála við HB, heldur heldur ikki fram í felagnum. Í morgun skrivar danska Tipsblaðið, at Mathias Præst Nielsen skiftir til íslendska felagið Fylkir. 

Eisini er greitt, at 32 ára gamli svenski miðvallarleikarin, Emil Berger, heldur ikki heldur fram í HB. Hann hevur gjørt sáttmála við svenska felagið Karlstad Fotball, sum spælir í triðbestu deildini.

Tað byrjar eisini at síggja tunt út í álopinum hjá HB, tí fyriuttan Jákup Thomsen, so tykist tað greitt, at Mikkel Dahl heldur ikki heldur fram í HB.

Toppskjúttin hjá HB í 2021 fór til íslendskan fótbólt í 2022, har hann spældi við Leiknir í bestu íslendsku deildini, men har gekk einki serligt við málskjótingini, og heldur einki serligt hjá liðnum, ið endaði við at flyta úr bestu íslendsku deildini. Mikkel Dahl kom aftur til HB í fjør, har vónirnar vóru stórar til hansara, men tað var bert í brotum, at vit sóu Mikkel Dahl frá 2021 í fjør.

Stóri spurningurin er, hvar Adrian Justinussen spælir komandi kappingarár. Hann er uttan sáttmála, og millum annað bolt.fo hevur skrivað, at tað er møguleiki fyri, at Adrian fer at royna seg uttanlands, ella um tað ikki verður veruleiki, so við onkrum øðrum felag enn HB í Føroyum.

Les eisini...  Dalibor hevur sagt seg úr starvi

Settir í samband við tveir finnar
Tað er líkt til, at tað vera stórar broytingar í HB undan nýggja kappingarárinum. Eitt felag er sett á stovn, sum skal taka sær av rakstrinum og viðlíkahaldinum av HB-húsinum, har felagið so sleppur undan hesum útreiðslunum, sum so millum annað kann brúkast til spælarar.

Greitt er, at felagið millum annað hevur skrivað sáttmálar við Teit Matras Gestsson, Ára Mohr Jónsson, Áka D. Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen, Heðin Hansen, Bartal Wardum og Mohamed Samba, sum kemur úr B68, og síðan eru sáttmálar skrivaðir við fleiri ungar spælarar eisini.

Men eitt so stórt felag sum HB, sum helst skal stríðast um FM á hvørjum kappingarári, hevur tørv at styrkja meir um hópin, og tað er líkt til, at felagið er í holt við at styrkja seg.

Tað ljóðar, at felagið hevur følarar úti, og millum annað tveir miðverjar eru settir í samband við HB.

26-ára gamli Akseli Kalermo hevur verið knýttur at íslendska felagnum Thór í fjør, men 1,90 metur høgi miðverjin spældi í nøkur ár í bestu deildini í Litava, har hann umboðaði Riteriai.

29-ára gamli Dani Hatakka hevur spælt í íslendskum fótbólti seinastu tvey árini, men NSÍ-viðhaldsfólk kenna kanska Dani Hatakka frá finska felagnum, FC Honka, sum sló NSÍ út úr í Evropa í 2021.

Og skulu vit trúgva leysatíðindunum, so verður hugt eftir nøkrum útlendskum spælarum afturat til HB.