Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drotningin leggur frá sær

Fyri løtu síðani helt Hennara Hátign Margreta drotning nýggjársrøðu sína. Hetta bleiv til seinastu nýggjársrøðu hennara

Um 14 dagar hevur hon verið drotning í danska kongaríkinum í 52 ár. Tann ríkisstjórin í øllum heiminum, ið hevur tænt longsta tíðarskeið.

14. januar 2024 verður ein sermerktur dagur, tí hetta verður hennara seinasti dagur sum drotning.

Drotningin var undir umfatandi skurðviðgerð í februar mánaða í ár. Hetta setti nakrar tankar í gongd hjá henni.

Hon sigur soleiðis í nýggjársrøðu sínari:
– Í februar mánaða í ár fór eg undir umfatandi skurðviðgerð í rygginum. Tað gekk væl, takkað veri dugnaligu heilsustarvsfólkunum, ið tóku sær av mær. Skurðviðgerðin gav mær nakrar tankar um framtíðina – um ikki tíðin var komin, til at lata ábyrgdina til næstu generatión.

Hetta er helst størsta aktiva staðfesting, ið drotningin nakrantíð hevur havt í nýggjársrøðu sínari. Víðari sigur hon: – Eg havi gjørt av, at nú er tíðin røtt. 14. januar 2024 – 52 ár eftir at eg tók yvir hjá mínum høgt elskaða pápa – traðki eg aftur sum drotning í Danmark. Eg gevi trónuna yvir til son mín, Krúnprins Fríðrik.

Tíðindaskriv er nú latið frá hondum í Christiansborg Slot. Har skrivar teirra miðlatoymi soleiðis:
– Hennara Hátign Margreta Drotning hin onnur, hevur valt at frásiga sær trónuna. Hetta verður framt 14. januar 2024, sum er 52 ára dagurin í sætinum hjá drotningini.

Tað verður skilt, at samstundis sum almenna fráfaringarløtan hjá Drotning Margretu fer fram, verður Fríðrikkur krúnprinsur innsettur sum kongur. Kong Fríðrikkur hin tíggjundi.

Statsministeriet skrivar, at eftir fund í Statsráðnum, fer statsministarin at proklamera trónuskiftið á Christiansborg Slot.