Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innbrot um høgtíðina

Løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um hendingar, sum eru farnar fram í jólahøgtíðini

Í gjár fekk Føroya Politi tvær fráboðanir um hendingar, ið eru hend um høgtíðina.

Talan er innbrot umframt at onkur hevur sett hol á dekk.

Tá fólk komu til arbeiðis í einari skrivstovu í miðbýnum í Havn eftir jólahøgtíðina, so løgdu tey til merkis, at onkur hevði brotið eitt vindeyga umframt tvær hurðar í bygninginum.

– At síggja til er einki stolið í skrivstovuni, men talan er helst um onkran, sum hevur leitað sær skjól har, hóast eingi sjónlig tekin eru um tað, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Hol á tvey dekk
Eisini fekk løgreglan eina fráboðan í gjár um, at onkur hevur sett hol á dekk á tveimum persónbilum, ið stóðu við eini sethús í Havn.

Bilarnir hoyra til hetta privata heimi, og hendingin er farin fram í einum av jóladøgunum og til í gjár.