Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dómurin stendur við

Føroya rættur dømdi ein 58 ára gamlan mann treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og níggju mánaðir í desember fyri lokking á netinum. Nú er greitt, at dómurin stendur við

Dómurin hjá Føroya rætti í grooming-málinum frá miðskeiðis í desember stendur við.

Freistin er farin, og hvørki tann dømdi ella ákæruvaldið hava valt at skjóta dómin inn fyri  landsrættin.

Tað veit Kringvarpið at siga.

58 ára gamli maðurin var í Føroya rætti í desember dømdur eitt ár og níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynsliga misnýtslu av børnum, har í alt 16 børn í aldrinum frá tíggju til 17 ár høvdu verið fyri kynsligum ágangi.

Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum, ið serliga er farin fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3.

Maðurin fekk eisini eitt tíðaróavmarkað kontaktforboð, sum er forboð fyri, gjøgnum internetið ella tílíka skipan, at royna at fáa samband við børn undir 18 ár.