Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høvdu hassj uppi á sær

Tvey fólk vóru tikin í gjár fyri at hava hassj uppi á sær. Annað fólkið kann vænta sær ein túr í rættin fyri tað

Í samband við ferðslukanning í norðurøkinum, sum Føroya Politi málber seg, og tað er bæði galdandi fyri Norðuroyggjar og Eysturoy, steðgaði løgreglan einum bili í gjárkvøldið. Eftir nærri kanningar av akfarinum og fólkunum báðum, sum vóru í bilinum, vísti tað seg, at bæði høvdu hassj uppi á sær.

– Annað fólkið hevði eina lítla nøgd uppi á sær – tað, ið vit kalla fyri hassjmiks – sum var um 0,3 gramm, so tað fær viðkomandi eina bót fyri. Men hitt fólkið hevði beint undir 20 gramm uppi á sær, og tá verður til eina sak, so viðkomandi má ein túr í rættin fyri tað, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Løgreglan kannaði eisini ferðsluna í Eysturoyartunlinum í gjár, men har var bert ein átala givin.

Í gjárkvøldið kannaði løgreglan ferðsluna á Glyvursvegnum á Argjum, og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 67 kilometrar um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 50, so tað fær viðkomandi eina bót fyri.

Tvey ferðsluóhapp
Í løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið eru eisini tvey ferðsluóhapp skrivaði niður.

Í fyrra førinum var talan um lítið óhapp á einum parkeringsplássi í Havn, har ein bilur hevði borið við ein parkeraðan bil.

– Bilførarin, sum hevði rent á, koyrdi sín bil til síðis og skrivaði ein lepa við sínum upplýsingum, men tá hann skuldi leggja lepan undir viskaran á hinum bilinum, so var árendi bilurin koyrdur av staðnum. Men bilførarin hevði skrivað nummarplátuna niður, og ringdi so til okkum, har vit hjálptu til við at fáa fatur á bilføraran á árenda bilinum, so hetta málið loysa bileigararnir sjálvir, greiðir vaktleiðarin frá.

Les eisini...  Seturskampus: Vinnarauppskotið avdúkað í Kongshøll

Hitt bilóhappið hendi á Sundsvegnum í Havn, har tveir bilar stoyttu saman, og her fingu bilarnir somikið stóran skaða, at báðir bilar máttu fáa hjálp at verða fluttir av staðnum.

– Men eisini í hesum førinum avgreiða eigararnir av akførunum tingini sína millum, sigur vaktleiðarin.