Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólkaskúlalandslagið broytist

Seinastu 25 árini er talið av fólkaskúlum minkað við eini helvt, og miðal næmingatalið er vaksið við einum triðingi

Skúlaárið 2023/24 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 7020, og teir ganga í 39 fólkaskúlum kring landið. Harafturat eru 167 næmingar, sum ganga í teimum trimum frískúlunum.

Næmingatalið í fólkaskúlunum er frá tveimum næmingum í Húsar/Syðradals skúla í minsta skúlanum, til 776 næmingar í størsta skúlanum, ið er Skúlin á Fløtum.

Fólkaskúlalandslagið er broytt, so at tað eru færri fólkaskúlar, talið av lítlu bygdaskúlunum er minkað, og tað eru tveir skúlar, ið eru nakað størri enn aðrir.

Ein orsøk er minkingin í barnatalinum í útjaðaranum, soleiðis at tað ikki eru børn í skúlaaldri eftir í bygdini, ella at kommunan ella foreldrini hava valt at skriva børnini inn í ein størri skúla. Seinastu tíggju árini eru skúlar við umleið 50 næmingum og færri fækkaðir. Í 2008 vóru tað 33 fólkaskúlar við færri enn 50 næmingum, meðan hesir skúlar í dag eru 15 í tali.

Ein annar partur í minkingini í talinum av fólkaskúlum eru samanlegging av skúlum. Í sambandi við samanleggingina til Eysturkommunu vórðu skúlarnir í Gøtu og Leirvík í 2013 lagdir saman í Skúlan í Eysturkommunu, og í 2015 vórðu skúlarnir í Klaksvík lagdir saman í skúlan Á Skúlatrøð, og Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn samanlagdir í Skúlan á Fløtum.

Kelda: Skúlablaðið