Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brian McFadden til 90´ini umaftur

Sangarin í Westlife gjørdist sannur Føroyavinur, tá hann fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, og nú vitjar hann aftur

9.mars 2024 verður rimmar tiltak í Høllini á Hálsi, sum verður karmur um tiltakið 90’ini umaftur, har bæði útlendskir og føroyskir tónleikarar koma at seta dám á kvøldið.

Í síðstu viku var DJ Sash avdúkaður og nú eru fyrireikarirnir klárir við enn einum útlendskum navni. Tað er Írski Brian McFadden, ið vit kenna frá heimskenda bólkinum Westlife, sum millum annað hava gjørt hittini ‘My Love’ ‘If I let You Go’ ‘Swear It Again’ og ikki minst ‘Uptown Girl’, ið allir hava ligið ovast á hittlistum kring heimin.

McFadden valdi at royna solo yrkisleið í 2004 og eisini tað, eydnaðist honum sera væl. Eftir eina tíð sum solo sangari, gjørdist hann partur av bólkinum Boyzlife, ið er mannaður av Keith Duffy frá bólkinum Boyzone og Brian McFadden frá Westlife. Hann hevur tísskil verið sera aktivur í tónleikaheiminum og var hann ein av størstu stjørnunum í 90 og 00’unum.

Hann hevur áður verið í Føroyum, m.a á Voxbotn og var tað ein av bestu løtunum á konsertdegnum. Nú kemur hann aftur til Havnar og verður tað uttan iva ein stór løta, tá McFadden fer á pall í Høllini Á Hálsi.

Tiltakið er kl 21:00-03:45 og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki – bæði føroyskum og útlendskum.

Atgongumerki vórðu sett til sølu í morgun kl 08 á www.ebillett.fo og fyrsta døgnið verða tey seld fyri serprís.

Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið