Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnurnar fáa nýggjan hjálparvenjara

Tummas Erling Djurhuus er nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, sum eisini hevur fingið nýggjan málmansvenjara

Broytingar eru framdar í venjaratoyminum hjá A-landsliðnum við kvinnum. Tummas Erling Djurhuus avloysir Svenn Olsen sum hjálparvenjari, og nýggjur málmansvenjari verður Hans Jørgensen, sum avloysir Rúna Klein Joensen.

Tummas Erling hevur arbeitt sum venjari síðani 2008, og farnu árini hevur hann millum annað staðið á odda fyri liðum í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum.

– Vónandi kann eg verða ein góð hjálp hjá høvuðsvenjaranum, og vera partur av arbeiðinum, at menna kvinnulandsliðið og føroyskan kvinnufótbólt sum heild. So hetta verður ein spennandi uppgávu, sum eg eri spentur at fara undir, sigur Tummas Erling Djurhuus við heimasíðuna hjá FSF.

Tíðliga í apríl mánaða eru fyrstu dystirnir hjá kvinnulandsliðnum á skránni, tá ein nýggj EM-undankapping fer av bakkastokki. Hvørjum londum Føroyar skulu spæla ímóti, verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Sveis týsdagin 5. mars.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo