Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Prísvøksturin er nú 2,8 prosent

Prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent frá november í 2022 til november í 2023. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri novembermánað í 2023.

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum var 2,8 prosent í november í 2023 í mun til sama mánað árið fyri.Kelda: Hagstova FøroyaprosentBrúkaraprístaliðprosentvøkstur í mun til sama mánað árið fyri.

Býlisútreiðslurnar størstan prísvøkstur seinasta árið

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er framvegis vøkstur í flestu høvuðsbólkum, tó undantikið fyri bólkin ‘flutningur‘. Tað er størst prísvøkstur í bólkinum ‘býli‘. Tað eru rentuhækkingarnar, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Prísurin á brennievni til upphiting av býlum og flutning er hækkaður síðani augustmánað, men er munandi lægri enn fyri ári síðani.

Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar

nov 2022 – nov 2023

 novembermunur
 20222023vísital%
Brúkaraprístalið138,5142,33,82,8
Matur og drykkjuvørur151,3160,18,85,8
Rúsdrekka og tubbak156,5159,22,71,7
Klædnavørur og fótbúnaður107,4106,8-0,6-0,5
Býli142,2154,912,78,9
Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð105,6105,70,10,1
Heilsa125,3127,21,91,5
Flutningur160,3150,0-10,3-6,4
Samskifti89,192,93,84,2
Frítíð og mentan119,3124,75,34,5
Útbúgving123,2128,95,74,7
Hotel og matveitarar164,2166,22,01,2
Ymiskar vørur og tænastur149,9155,96,04,0

Kelda:Hagstova Føroya

Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis

Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja ‘matur og drykkjuvørur‘ mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Les eisini...  Sandoyingar raskastir at fara til lækna

Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir 5,8 prosent í november 2023 samanborið við sama mánað ári fyri.Viðm.: Fevnir ikki um drykkjuvørur við alkoholi.

Tá hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga er frukt, kjøt og breyð, ið er vorðin dýrari. Fruktin er góð níggju prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Prísvøksturin á kjøti, breyði og kornvørum er góð seks prosent. Sum nakað nýtt er prísurin á sjokulátu og góðgæti hækkaður lutfalsliga nógv — vøksturin er góð átta prosent.

Vísital og prísbroyting á mati og drykkjuvørum

nov 2022 – nov 2023

 novembermunur
 20222023vísital%
01 Matur og drykkjuvørur151,3160,18,85,8
01.1 Matur152,2160,78,55,6
01.1.1 breyð og kornvørur165,8176,510,76,5
01.1.2 kjøt157,9168,110,26,5
01.1.3 fiskur147,6151,94,43,0
01.1.4 mjólk, ostur og egg157,2158,81,61,0
01.1.5 oljur og fitievni212,1218,05,82,7
01.1.6 frukt126,0137,611,69,2
01.1.7 grønmeti141,2150,89,66,8
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l.139,9151,511,68,3
01.1.9 aðrar matvørur129,1136,47,35,6
01.2 Drykkjuvørur143,6155,011,58,0
01.2.1 kaffi, te og kakao129,1141,112,09,3
01.2.2 sodavatn, saft og vatn148,0158,910,97,3

Kelda:Hagstova Føroya

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Tó er prísvøksturin á mjólk, osti og egg lakari, enn hann hevur verið — vøksturin er eitt prosent. 

Les eisini...  Saltbilur farin á rull á Selatraðarvegnum

Rentuhækkingar stóra ávirkan á prístalið

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan 9 prosent frá november 2022 til november 2023. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru hækkaðar sløk 69 prosent frá november 2022 til november 2023.

Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru hinvegin lækkaðir næstan 14 prosent í miðal seinasta árið. Tað tálmar prísvøkstrinum. Prísurin á fjarhita hevur verið óbroyttur síðani 2022, meðan streymprísurin er hækkaður góð 14 prosent í 2023 samanborið við í 2022.

Vísital og prísbroyting fyri býli

nov 2022 – nov 2023

 novembermunur
 20222023vísital%
Tilsamans142,2154,912,78,9
04 Býli142,2154,912,78,9
04.1 Húsaleiga330,9333,72,80,8
04.2 Sethús, rentuútreiðslur45,576,731,268,6
04.3 Viðlíkahald av bústaði152,4155,43,02,0
04.5 Ravmagn og hiti222,0213,7-8,3-3,8
04.5.1 ravmagn136,0155,519,514,3
04.5.3 brenniolja316,7272,9-43,8-13,8
04.5.5 fjarhiti143,9143,90,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Prísvøksturin er størri í øðrum londum

Verður hugt nærri at prísgongdini seinasta árið í londunum kring Føroyar, sæst, at árligi prísvøksturin í november í 2023 var ikki eins høgur sum í hinum norðurlondunum og ES-londunum. Tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var munandi lakari, nevniliga 0,6 prosent.

Størsti prísvøksturin er í Íslandi, hann er 7,7 prosent. Í Svøríki er hann 5,8 prosent og í Noregi 4,8  prosent. Prísvøksturin í Føroyum líkist miðalprísvøkstrinum fyri ES-lond, sum er 3,1 prosent, men er tó nakað lægri.

Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

Les eisini...  Høgt kall gevur høgt fall

Úr lítlum til stóran prísvøkstur

Eftir fleiri ár við lítlum og støðugum prísvøkstri í Føroyum, byrjaðu prísirnir at hækka í 2021 í kjalarvørrinum á koronufarsóttini. Enn eyðsýntari var prísvøksturin í 2022 eftir russisku innrásina í Ukraina. Seinastu trý árini, frá november í 2020 til november í 2023, hevur prísvøksturin verið 17 prosent. Sostatt er tað nú 17 prosent dýrari hjá húsaraldunum at keypa somu vørur og tænastur, enn tað var í november 2020. 

Í umleið fýra ár undan koronufarsóttini var árligi prísvøksturin millum eitt og tvey prosent í Føroyum eins og flestu londunum í Evropa, meðan mest sum eingin prísvøkstur var meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á.

Stutt um brúkaraprístalið og inflasjón

Prísvøkstur ella inflasjón er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum.  Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið innan. 
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv. 

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflasjón í einum búskapi.