Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KJ umvælt og sýnt risastóra nótaleggjaran umborð á Gøtunesi

- Við dugnaligum starvsfólkum og hollari vitan, standa vit í fremstu røð tá tað viðvíkur sýning, umvæling og sølu av kranum til maritimu vinnuna, sigur Birgir Samuelsen, tekniskur leiðari hjá KJ

Beint fyri jól fekk KJ uppgávuna at sýna stóra nótaleggjaran umborð á Gøtunesi. Talan var um fimm-ára sýn, og komið var fram til at neyðugt var við ymiskum ábøtum, m.a. at skifta svingkranslegurnar.

Slíkar umvælingar umborð á skipum eru vanligar, men tað serliga við hesari uppgávuni var at vektin á nótaleggjaranum lá um 26 tons. Nótaleggjarin er stóri kranin, ið stendur miðskips afturi á reyv á skipinum, og avbjóðingin hesaferð var at fáa hann í land, soleiðis at umvælingararbeiðið kundi fara fram.

Nótaleggjarin varð lyftur í land við stórum mobilkrana hósdagin tann 21. desember.

Umvælingarnar fevndu m.a. um linjuboringar gjøgnum vangarnar til tann eina boltin á høvuðsbumminum, umframt framleiðslu og útskifting av búsningum og hydraulikkslangum annars.

Birgir Samuelsen, tekniskur leiðari hjá KJ, lat sera væl at arbeiðinum umborð á Gøtunesi, og hann staðfestir, at við hollari vitan og góðum førleikum, kunnu slík arbeiðir gerastskjótt og gott.
– Við dugnaligum starvsfólkum og hollari vitan, standa vit í fremstu røð tá tað viðvíkur sýning, umvæling og sølu av kranum til maritimu vinnuna.

Mikudagin 3. januar stóð nótaleggjarin umborð aftur á Gøtunesi, og skipið kundi loysa, og fara á svarkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, stutt eftir miðnátt tann 4. januar.