Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samlaða tøkan av alilaksi var 80,5 túsund tons í fjør

Tøkan av alilaksi var umleið 80,5 túsund tons í kruvdari vekt í 2023. Hetta er umleið tíggju prosent minni enn í 2022, tá tøkan var umleið 89 túsund tons

Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum var í fjør 80,5 túsund tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til umleið 98 túsund tons í rundari vekt.

Miðalvektin í 2023 var 4,82 kg., sum er á leið tað sama sum miðalvektin í 2022 sum var 4,81. Sostatt var samlaða talið av tiknum laksum knappar tvær milliónir lægri í 2023 enn í 2022.

Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.

Samlaða tøkan av alilaksi var 80,5 túsund tons í fjør.

Kelda: industry.fo