Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Farcargo fær ein stjóra afturat

Nýggja føroyska flogfelagið hevur fingið ein stjóra afturat

(Dagført klokkan 16.50)

Farcargo hevur fingið ein stjóra afturat.

Hanus Vestergaard Jacobsen er nýggjur maður í felagnum.

Tað stendur at lesa inni á Skráseting Føroya.

Birgir Nielsen hevur annars verið stjóri í Farcargo, men sambært Skráseting Føroya, er ein stjóri komin afturat felagnum, sum skal flúgva laks hjá Bakkafrosti úr Føroyum til USA, framt í dag tann 8. januar.

Hanus Jacobsen er sonur Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, sum áður hevur verið stjóri í amerikanska partinum av Bakkafrosti.

Ætlanin seinkað
Tað hava verið fleiri seinkingar við ætlanini.

Ætlanin hjá FarCargo var annars at fáa sítt Boeing 757 farmaflogfar í desember í fyrra árið, men fyrst var tað seinkað, og so bleiv flogfarið skift út við eitt annað flogfar.

– Vit hava slept ætlanini við fyrra flogfarinum og fáa okkum eitt munandi nýggjari flogfar til farmaflúgvingina í staðin, segði stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, í viðtalu við Kringvarpið í februar í fjør.

Partur av manningini sett
Hóast fyrireikingarnar til farmaflogverkætlanina hjá FarCargo hava gingið heldur striltið, so hevur felagið sett part av flogmanningini, sum hevur verið til eina kravda simulatorútbúgving í Fraklandi fyri at lúka krøvini at flúgva Boeing 757-200 flogfarið..

Sambært heimasíðuni, worldairlinesnews.com, so byrjar Eysturoy at flyta laks úr Føroyum til USA tíðliga í 2024, og tað er so einaferð nú.