Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Favoritturin sigur nei við Lyngby

Niels Frederiksen verður ikki høvuðsvenjari hjá Lyngby Boldklub, sambært bold.dk. Miðilin skrivar, at Magne Hoseth aftur er til samrøðu í Lyngby í dag

Tað verður ikki Niels Frederiksen, ið verður nýggjur Lyngby-venjari. Hann hevur annars verið greiður favorittur at gerast nýggjur venjari í felagnum, men hevur sagt nei takk til møguleikan.

Fyribils venjarin í Lyngby, Mikkel Beckmann, hevur eisini takkað nei til at gerast høvuðsvenjari, sambært Tipsblaðnum.

Sambært bold.dk, so skal KÍ-venjarin, Magne Hoseth, til samrøðu við Lyngby í dag.

Hann skuldi annars koma til Klaksvíkar sunnudagin, men er ikki komin til landið enn.

Fríggjadagin segði miðlastjórin í KÍ, at KÍ vil hvørki vátta ella avsanna, at Magne Hoseth hevur verið til samrøðu við Lyngby, men úr KÍ ljóðaði tað fríggjadagin, at Lyngby ikki hevur verið í samband við KÍ um møguligt keyp av Magne Hoseth.

– Tað, sum vit fyrihalda okkum til, er, at hann hevur ein sáttmála við KÍ hetta kappingarárið, sigur miðlastjórin í KÍ, Súni Clementsen, við Tipsblaðið.

Lyngby er ikki einasta felagið, ið fríggjar til Magne Hoseth. Hann hevur áður verið settur í samband við venjarastarvið í norska Start, sum júst hevur steðgað samarbeiðinum við venjaran, Sindre Tjelmeland.