Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rendi á bil – hevði einki koyrikort

Men tað var ikki tað einasta, sum ikki var í lagi hjá einum bilførara, sum rendi á ein annan bil í Eysturoynni í gjár

Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Eysturoy.

Ein bilur hevði rent á ein annan bil, men hevði givið sínar upplýsingar til bilføraran í árenda bilinum, og fór síðan víðari.

Talan var um lítlan materiellan skaða.

Men bilførarin í árenda bilinum hugsaði, at her ruggaði ikki alt rætt, og valdi tí at boða løgregluni frá, sum fór heim til viðkomandi, ið hevði rent á, tí løgreglan dugdi skjótt at síggja, at hesin bilførari hevði mist koyrikortið, og hevði ikki tikið tað av nýggjum.

Men ikki nokk við tað, tí tá løgreglan tosaði við bilføraran, so vísti tað seg, at hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Tí varð hann tikin við til lækna, sum tók blóðroynd av bilføraranum, og viðkomandi er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.