Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klipp, árend djór og rúsdrekkastuldur

Fýra hava fingið klipp í koyrikortið, ein maður varð tikin á búri, tá hann royndi at stjala rúsdrekka, og so vóru nøkur djór ákoyrd av bili

Í gjárkvøldið fekk Føroya Politi eina fráboðan um, at onkur royndi at bróta fluguskápið upp í einum privatum heimi í Havn.

Húsfólkið høvdu tikið tjóvin, sum var í holt við at bróta inn, og løgreglan fór tí avstað við manninum, men viðkomandi var somikið drukkin, so hann slapp at sova rúsin av sær, og verður avhoyrdur í dag.

Í samband við handtøkuna, fann løgreglan ein ryggsekk við rúsdrekka nær við, har løgreglan hevur misstanka til, at hetta er stolið, so er tað nakar, ið saknar nakað av rúsdrekka, so ber til at seta seg í samband við løgregluna og siga, hvat rúsdrekka talan er um, so fær viðkomandi tað aftur.

Fýra klipp
Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan nøkur ferðsluátak í Eysturoynni.

Í fyrra førinum var løgreglan í Søldarfirði og gjørdi ferðslukanningar har, og har vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt – av hesum fáa tveir bilførarar klipp í koyrikortið. Umframt hetta, fekk ein bilførari bót fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan viðkomandi koyrdi.

Í seinna førinum kannaði løgreglan ferðsluna til Fuglafjarðar, og har blivu seks mál skrivaði niður fyri ferð – harav tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyr 105 og 106 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.

Ein førari, sum koyrdi trailara við trailaravogni, fekk eisini eina bót, tá tað vísti seg, at bremsurnar ikki virkaðu aftan.

Djór árend á Kaldbaksvegnum
Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at nakrar gæs og ein veðrur vóru árend nakað norðanfyri skjótibreytina hjá felagnum Byrsumúla.

Les eisini...  Koyrdi ávirkaður av rúsevni

Seinni ringdi eitt fólk til løgregluna og segði, at hann hevði rent á nakrar gæs, men tá spurt var um veðrin, so visti bilførarin einki um hetta. Tí heldur løgrelan, at onkur annar hevur rent á veðrin.