Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fekk einki svar hóast nógvar klagur

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Klaksvíkar kommunu eina átalu, fyri ikki at svara einum fólki, sum hevði klagað um larm í Norðhavnini

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Klaksvíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av fleiri klagum um óljóð, sum er á havnarøkinum í Norðhavnini í Klaksvík.

Umboðsmaðurin heldur, at Klaksvíkar kommuna ikki hevur skjalprógvað fyri umboðsmanninum, at klagarin hevði fingið greiða afturboðan um, hvat kommunan fór at gera í sambandi við tær ymisku fráboðanirnar og klagurnar, og at handfaringin ikki samsvaraði við góðan fyrisitingarsið ella vegleiðingarskylduna, sambært fyrisitingarlógini.

Málið byrjar tann 31. august í 2017, tá eitt fólk í Klaksvík sendi eina klagu til Klaksvíkar kommunu um óljóð, ið stavaði frá virkseminum á havnarøkinum í Norðhavnini.

Hóast einki svar frá kommununi, so sendi viðkomandi eftirfylgjandi fleiri klagur inn til kommununa, men uttan at hoyra nakað aftur. Hetta er farið fyri seg í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2023.

Tann 22. mai í fjør sendi viðkomandi, ið hevði sent fleiri klagur til Klaksvíkar kommunu um óljóð í Norðhavnini, eina klagu til Løgtingsins umboðsmann um hetta málið.

Klaksvíkar kommuna upplýsir fyri umboðsmanninum tann 29. mai í 2023, at í sambandi við áheitanir um óljóð, setti kommunan seg í flestu førum í samband við fráboðara gjøgnum telefon.

Umboðsmaðurin fekk ikki mett um, hvørt Klaksvíkar kommuna hevði givið klagaranum eina nóg greiða afturboðan í sambandi við mongu áheitanirnar um óljóð, ið klagarin hevði sent kommununi. Umboðsmaðurin skilti eisini á frágreiðingini, at telefonsamrøðurnar ikki vórðu skrásettar sum telefonnotat.

Umboðsmaðurin vísir í hesum høpi á týdningin av, at kommunan hevur eina greiða mannagongd fyri hvør, ið hevur ábyrgdina av at svara einari áheitan, ið verður send kommununi, soleiðis at áheitanir ikki detta niðurímillum.

Les eisini...  Gesturin í Home & Away er úr Finnlandi

Í sambandi við støðuna, har býráðslimir móttaka áheitanir um óljóð, so minnir umboðsmaðurin Klaksvíkar kommunu á, at býráðslimir aloftast bæði hava eina støðu sum politikkari og eina støðu sum umsitari/avgerðarmyndugleiki í einari kommunalari nevnd.

– Sum myndugleiki hava býráðslimirnir tá, eins og starvsfólk hjá kommununi, skyldu at tryggja sær, at skjøl, sum hoyra til eitt fyrisitingarligt mál, verða skrásett og tøk hjá viðkomandi málsviðgera, sigur umboðsmaðurin.   

Viðgjørt leiklutin sum eftirlitsmyndugleika
Umboðsmaðurin hevur eisini viðgjørt leiklutin hjá Klaksvíkar kommunu sum eftirlitsmyndugleiki á umhvørvisverndarøkinum.

Undir viðgerðini kom fram, at óljóð frá skipum er fevnt av einari felagskommunalari reglugerð, ið kom í gildi í 2021, men henda reglugerð fevnir ikki um óljóð frá frystibingjum á havnarøkinum.

Umboðsmaðurin spurdi tí Umhvørvismálaráðið hvør støðan var viðvíkjandi óljóði á havnarøkjum, ið ikki stavaði frá skipum.

Umhvørvismálaráðið greiddi umboðsmanninum m.a. frá, at Umhvørvisstovan í 2011 hevði latið eina vegleiðing gera, ið setti nøkur markvirði fyri óljóð frá virksemi, eitt nú á einum havnarøki, men at ráðið helt tað vera ivasamt, um kommunurnar høvdu neyðugan kunnleika til hesa vegleiðing. Ráðið upplýsti fyri umboðsmanninum, at ráðið fór at heita á Umhvørvisstovuna, um at veita kommununum kunning um vegleiðingina. Umboðsmaðurin tók hettar til eftirtektar.   

Grundað á frágreiðingina frá Umhvørvismálaráðnum og vegleiðingina frá Umhvørvisstovuni um óljóð, mælir umboðsmaðurin Klaksvíkar kommunu til at gera mannagongdir og reglugerð um óljóð í sambandi við virksemi, har Klaksvíkar kommuna er eftirlitsmyndugleiki.

Álitið í navnleysum líki kann lesast her.