Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir bilar stolnir – ein funnin aftur

Løgreglan sóknast eftir einum Nissan Qashqai

– Hetta minnir ikki sørt um GTA-telduspælið, har ein bilur verður stolin, og so verður hesin stillaður og ein annar bilur verður stolin.

Tað sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í samband við, at tveir bilar eru stolnir í gjár.

– Tann fyrri bilurin varð stolin við ambulatoriið í Havn millum klokkan 13.45-14.15, men bleiv funnin aftur við Posta á Óðinshædd á Hálsi nakað seinni, greiðir vaktleiðarin frá.

Vaktleiðarin sigur, at bilurin var óskaddur, men løgreglan arbeiðir út frá, at viðkomandi, ið hevði stolið bilin við ambulatoriið, stjól ein annan bil á Óðinshædd.

– Ein Nissan Qashqai frá 2017 er stolin uppi á Óðinshædd onkuntíð í tíðarskeiðnum millum klokkan 13.30 og 17, og hann hava vit ikki funnið enn, sigur vaktleiðarin.

Í hesum sambandi sóknast Føroya Politi eftir einum bronsulittum Nissan Qashqai bili, sum hevur nummarplátuna TS 327.

– Vit heita á fólk, um tey hava sæð eitthvørt til hetta, at siga okkum frá.

Løgreglan veit ikki, hvussu tjóvurin ella tjóvarnir hava stolið bilarnar – um lyklarnir vóru í bilinum ella ikki.

Tað nýggjasta er, at bilurin er funnin aftur óskalaður.

(Dagført klokkan 11.11)