Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innbrot í Listaskálanum

Løgreglan biður um arbeiðsfrið

Beint fyri klokkan tvey í nátt fór alarmurin á vaktsentralinum á løgreglustøðini frá, tí onkur hevði brotið inn í Listaskálanum í Havn.

Tá løgreglan kom á staðið, so var einki fólk at síggja.

– At síggja til er einki stolið, men nú verður alt kannað, um nakað manglar, so nú skulu kanningar gerast, umframt at upptøkur frá vakmyndatólunum skulu hyggjast ígjøgnum, fyri at fáa greiðu á, hvør møguliga hevur brotið inn í Listaskálan, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Í hesum sambandi biður løgreglan um arbeiðsfrið, og heitir á fólk um ikki at órógva arbeiðið hjá kanningarliðnum hjá løgregluni.

– Økið kring Listaskálan og partur av plantasjuni er sperrað av, tí løgreglan ger kanningar har, og tí heita vit á fólk um at geva okkum arbeiðsfrið í samband við kanningararbeiði, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan heitir eisini á fólk at boða Føroya Politi frá, um tey hava sæð okkurt illgrunasamt í nátt.