Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Maðurin er skuldsettur fyri kynsliga misnýtslu av børnum

Føroya Politi handtók fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár.

– Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt, sigur Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

– Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og fer nú undir enn fleiri kanningar. Hesar kanningar fevna millum annað um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot, sigur Føroya Politi.