Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eirik Bakke sigur nei takk

Fyrrverandi Leeds-spælarin Eirik Bakke verður ikki nýggjur venjari hjá KÍ. Familjan vildi ikki til Føroya

– Eg fari ikki til Føroya. Eg havi havt nakrar dagar at hugsa meg um, men havi avgjørt, at eg fari at vera heima.

Tað sigur Eirik Bakke við norska kringvarpið, NRK.

Sunnukvøldið skrivaði Norðlýsið, at Eirik Bakke var komin til Klaksvíkar at samráðast, har væntandi var, at hann fór at seta sína undirskrift á, soleiðis at hann kundi taka yvir venjarasessin í Klaksvík, nú Magne Hoseth er farin til Lyngby.

Men TV2 í Norra skrivaði seint í gjárkvøldið, at Eirik Bakke hevur sagt nei til KÍ.

Norðlýsið skrivar í dag, at alt var komið upp á pláss, men at tað var familjan hjá fyrrverandi Leeds-spælaranum, ið ikki ynskti at flyta til Føroya, sambært formanninum í KÍ, Tummas Lervig.

– Tíðindaskriv var skrivað, myndir vóru tiknar, og vit høvdu eisini gjørt eitt sjónband, har Eirik Bakke varð kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá KÍ. Tað stutta av tí langa er, at familjan hjá Eirik Bakke ynskti ikki at flyta til Føroyar og tískil bleiv hetta av ongum, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

KÍ leiðslan stendur tó ikki á berum.

– Vit eru í holt við samráðingar við aðrar kandidatar. So tað arbeiðið gongur sína gongd, sigur KÍ-formaðurin við Norðlýsið. 

Tummas Lervig vónar, at venjaraspurningurin er komin upp á pláss, áðrenn KÍ fer á venjingarlegu í Algarve síðst í januar.

KÍ-spælararnir møta aftur til venjingar mánadagin 22. januar.