Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Súni heldur fram sum formaður

Bert ein fráboðan kom inn um uppstilling til forfólkavalið hjá Starvsfelagnum, og tað merkir, at Súni Selfoss heldur fram sum formaður

Súni Selfoss heldur fram sum formaður í Starvsfelagnum.

Tá freistin var farin á midnátt 15. januar, var bert ein fráboðan komin um uppstilling til forfólkavalið hjá Starvsfelagnum. Hendan er frá verandi formanni, Súna Selfossi, ið bjóðar seg fram til enn eina fýra ára setu. 

Súni hevur verið formaður síðan 2016, og hetta er tískil triðja og seinasta setan, ið hann, sambært viðtøkum felagsins, kann sita. 

Forfólkið skal endaliga staðfestast við vanligum meiriluta á aðalfundinum, sum verður tann 9. mars 2024.