Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Satspulja 2024 – Stuðul til ritlist

Aftur í ár er ein satspulja markað til at stimbra eina ávísa listagrein innan fyri mentanarøkið í Eysturkommunu

Í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri 2024 varð løgd til rættis, varð samtykt, at satspuljan í 2024 verður sett av til ritlist.

Orðið ritlist skal í hesum sambandi skiljast í breiðari merking og snýr seg um arbeiði við føgrum bókmentum sum heild: t.d. yrkingum, stuttsøgum og skaldsøgum, men eisini tónleikatekstir, filmsrit o.a. kunnu verða stuðlað, tí dentur verður lagdur á sjálvt tað at skriva.

Til at veita mentanarnevndini serkøna ráðgeving verður eitt uttanveldað fólk sett at meta innkomnar umsóknir. 

Samstundis verður tað við tiltøkum og átøkum eisini sjónligt í almenna rúminum í kommununi, at ritlistin í ár fær størri rúmd. M.a. verða tiltøk á báðum bókasøvnunum gjøgnum alt árið, ið kunnu vísa á, hvussu fjølbroytt orðið ritlist kann skiljast. Her verða m.a. upplestur og tónleikaløtur á skránni.

Søkjast kann her: https://www.eysturkommuna.fo/wp-content/uploads/2024/01/Mentanarstudul-RITLIST2024.pdf