Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brúkti bilin at sleipa sletu

Bilførarin fekk bót fyri hetta

Seinnapartin í gjár vóru ring koyrilíkindi kring alt landið. Nógv jarðrok var í støðum, og tað elvdi til ferðslutrupulleikar ymsastaðni.

Serliga á Gøtueiði og um Sandavágsháls var ruðuleiki í ferðsluni eina løtu í gjár. Vegurin um Gøtueiði var stongdur í tveimum umførum, tí serliga tung akfør høvdu trupulleikar av umstøðunum. Landsverk mátti fáa seks størri bilar leysar seint seinnapartin, og tað gav langar røðir av bilum.

Eisini um Sandavágsháls vóru bilar fastir í kavanum, har maskinurnar hjá Landsverk máttu koma at hjálpa.

Sleipaði sletu á alfaravegi
Tá kavi er, so er tað stuttligt hjá børnum og barnsligum sálum at fara út at sleta, men í Miðvági gjørdu onkur meira enn gott var, tá tað kemur at sleta.

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at ein bilur koyrdi runt í bygdini við einari sletu – við fólki í – sum var fest í bilin. Løgreglan fór vestur, har tey fingu fatur á bilføraranum, ið hevur fingið bót fyri hetta, av tí at vandi kundi standast av hesum.

Í morgun er eisini kavi, og hált í støðum, men løgreglan hevur ikki frætt um nakrar trupulleikar av hesum í morgun.

Føroyska veðurstovan sigur frá kavaveðri í dag, har tað eisini verður eitt sindur av vindi.

Vit fáa frískan og upp í hvassan vind millum landnyrðing og útnyrðing, 10 til 15 m/s, í støðum okkurt skifti upp í skrið, 18 m/s.

Alt samdøgrið skiftandi skýloft við kavaælaveðri. Hitin millum tvey kuldastig og trý hitastig. Í nátt millum frostmarkið og fýra kuldastig.

Landsverk boðar frá, at tað er hált um alt landið. Tað er jarðrok í ælunum, og mælt verður til at koyra varliga.