Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika: Vit eiga at skipa fyri okkara egnu ættleiðingarskipan

Tað er ikki møguligt at ættleiða í løtuni. Hetta hendir, eftir at Danish International Adoption, DIA, hevur boðað frá, at tey eru steðgað við sínari tænastu. - Tíðin er tí komin til, at vit í Føroyum skipa okkara egna altjóða samstarv og fáa tryggir karmar rundan um ættleiðingina, sigur Annika Olsen

Myndugleikakrøvini til ættleiðing eru herd, og nøkur av gevaralondunum hava trupult við at uppfylla hesar treytir.

Tað hevur millum annað havt við sær, at Danish International Adoption, DIA, hevur boðað frá, at tey ikki kunnu tryggja, at allar treytir verða hildnar, og tey eru tí steðgað við at miðla altjóða ættleiðingar.

Løgmálaráðið, sum hevur ættleiðingarmál um hendi, hevur í løtuni onga loysn til teirra, ið ætla at ættleiða.

Á sínum politiska Facebook-vanga skrivar Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, at nú, tá ið økið er yvirtikið á føroyskar hendur, so er ikki neyðugt longur at dúva upp á ein danskan felagsskap.

– Tíðin er tí komin til, at vit í Føroyum – eins og íslendingar – skipa okkara egna altjóða samstarv og  fáa tryggir karmar rundan um ættleiðingina, skrivar hon.

Hon vísir á, at tað er nógv foreldur, sum tíverri koma í ta støðu, at tey ikki kunnu fáa børn, og tá hevur møguleikin at ættleiða eitt barn verið kærkomið, men at vit ikki longur eiga dúva upp á ein danska felagsskap.

– Í 2016 vóru tað átta familjur, ið stóðu frammarliga á listanum til at fáa eitt barn úr Etiopia, tá Danmark brádliga steðgaði ættleiðingarsamstarvinum við Etiopia. Ikki bara mistu hesar familjur i Føroyum møguleikan at fáa eitt barn, tey høvdu glett seg til, men tey mistu eisini stórar peningaliga upphæddir, sum tey høvdu givið latið felagsskapinum, DIA, í samband við ættleiðingina. Hetta var ein svárur smeitur fyri hesar familjur, sum í fleiri ár høvdu verið í eini tilgongd at ættleiða, og sum antin máttu geva upp at ættleiða ella byrja umaftur á einum nýggjum lista, sum aftur kundi taka ár, skrivar Annika Olsen.