Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Haakon Lunov er nýggi venjarin hjá KÍ

41 ára gamli norðmaðurin Haakon Lunov tekur yvir venjarastarvið í KÍ eftir Magne Hoseth, sum er seldur til Lyngby

Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Í gjárkvøldið kunngjørdi KÍ á heimasíðu sínar, at sáttmáli er gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov.

Sáttmálin er galdandi í trý ár. 

– Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ

41 ára gamli norðmaðurin var seinast venjarin í norska Fram, men Haakon Lunov hevur eisini havt venjarastørv í norska Odd og hevur arbeitt við spælaramenning í bæði Everton og Celtic.

Eftir KÍ-ævintýrið í Evropa í fjør, so var eftirspurningur eftir Magne Hoseth, og tað endaði við, at Lyngby keypti hann leysan av KÍ.

Síðan tá hevur KÍ leitað eftir nýggjum venjara, og nú er greitt, at felagið hevur funnið enn ein norðmann til starvið.

KÍ var eisini í samband við Eirik Bakke, sum enntá var í Klaksvík, men tá tað kom til stykkis, so ynskti familjan hjá Eirik Bakke ikki at flyta til Føroya.

Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár fara í gongd. Tann 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Algarve í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars.