Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eystnes og Hvítanes skulu seljast

Smyril Line hevur tikið avgerð um at seta systurskipini Eystnes og Hvítanes til sølu, tí tað lønar seg ikki at hava skipini

Eystnes og Hvítanes hava verið ein týðandi partur í menningin av farmavirkseminum hjá Smyril Line, síðani tey komu í flotan í 2015, men nú hevur Smyril Line avgjørt at seta skipini til sølu.

Manningarnar, ið til samans telja 36 mans, hava fingið skriv um uppsøgn.

Seinastu árini hava Eystnes og Hvítanes serliga verið nýtt til at røkja pelagiska marknaðin, men tað hevur verið trupult at fingið rakstur í hetta virksemið. Samstundis hevur Smyril Line valt at gevast við at sigla til Russlands, ið var ein umráðandi marknaður.

Eystnes og Hvítanes eru skjótt 45 ára gomul, og orsakað av hesum og marknaðaravbjóðingunum, verður ikki mett, at tað fæst vinna í at endurnýggja skipini.

Smyril Line tekur seg sostatt úr marknaðinum við ‘multi-purpose-skipum’ – í hesum føri, skipum við frystilast til plattagóðs og møguleika at lasta bingjur og treylarar.

Frameftir fer Smyril Line at arbeiða við kjarnuvirkseminum, ið er ferðafólka- og farmaflutningur við

ro-ro-skipum, sum eisini er tað skipaslagið, ið Smyril Line hevur gjørt týðandi íløgur í síðstu árini.