Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Treytaleysa fongulsrevsing fyri at smugla kokain

Føroya rættur dømdi í gjár tveir danir treytaleysa fongsulsrevsing í einum máli um smugling av rúsevnum til Føroya

Føroya rættur dømdi í gjár tveir danir í einum rúsevnismáli.

Teir vóru ákærdir fyri at hava verið við til at smugla 87 gramm av kokaini til Føroya í september í fjør.

Annar maðurin fekk eitt ár og tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hann umhugsar nú, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Tað skrivar Kringvarpið.

Hin danin fekk eitt ára treytaleysa fongulsrevsing, og hann avgjørdi at skjóta dómin inn fyri Landsrættin alt fyri eitt.

Ákæruvaldið vil lesa dómin, áðrenn støða verður tikin til kæruspurningin.

Ein føroyingur eisini dømdur
Ein 29 ára gamal føroyingur er longu dømdur í hesum máli, skrivar Kringvarpið. 

Hann fekk eitt eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Føroyingurin var í Føroya Rætti herfyri dømdur fyri at hava smuglað 87 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hassji.

Hann játtaði seg sekan, og tí varð málið viðgjørt sum eitt játtanarmál.