Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Badmintonlandsliðið luttók í kapping í Århus

Farna vikuskiftið hava átta spælararir á føroyska badmintonlandsliðnum luttikið í kapping í Århus

Støðið á kappingini var høgt og stóðu føroysku leikararnir seg væl. Tey fingu fleiri góðar og tættar dystir. Heilt vist eitt gott vikuskifti fyri føroysku badmintonleikararnar.

Serliga væl gekk tað hjá Bjarnhild í Buð Justinussen. Hon var í hálvfinaluni í øllum greinum.

Í tvímansleiki spældi hon saman við Ranju Joensen – tær spældu eina sera spennandi hálvfinalu. Sum tær taptu 2-1.

Eisini í hálvfinaluni í blandaðum tvímansleiki, sum Bjarnhild spældi saman við Magnusi Dal-Christiansen, var ein tættur trýsettari, sum tey tíverri eisini taptu 2-1.

Í hálvfinaluni í einmansleiki gjørdi Bjarnhild bart og vann hana 2-0, og finaluplássið var tryggjað. Bjarnhild kempaði væl, men tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki. Eitt sera flott vikuskiftið fyri ungu klaksvíksdamuna.

Við í hópinum vóru hesir spælarar:

Magnus Dal-Christiansen
Árant á Mýrini
Rúni Øster
Christian Berg Petersen
Bjarnhild í Buð Justinussen
Ranja Joensen
Birna K. Jacobsen
Eira Á. Petersen

Landsliðsvenjarin Sune Gavnholt var við í ferðalagnum, saman við ferðaleiðaranum Rúni S. Simonsen.

Bjarnhild í Buð Justinussen (t,v.)