Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

BYD høvuðsstuðul til EM-endaspælið í fótbólti

Kinverska BYD loysir Volkswagen av sum høvuðsstuðul til EM-endaspælið í fótbólti, ið verður í Týsklandi í summar

Volkswagen verður ikki longur høvuðsstuðul, tá EM-endaspælið í fótbólti verður í Týsklandi í summar.

Tað kunnger UEFA á heimasíðu sínari.

UEFA boðar frá, at kinverski elbilaframleiðarin BYD verður altjóða høvuðsstuðulin til EURO-2024 meistaraheitið, sum verður í Týsklandi í døgunum frá 14. juni til 14 juli í ár.

Frá 2018-2022 var Volkswagen høvuðsstuðul hjá UEFA, tá tað kemur til EM-endaspøl, men framyvir skal málið hjá UEFA vera, at EM-endaspølini skulu vera meira burðardygg, og at tað er ein av orsøkunum til, at UEFA og BYD nú hava gjørt eitt samstarv.

Fjórða ársfjórðing í fjør yvirhálaði BYD Tesla og gjørdist heimsins størsti elbilaframleiðari.