Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tey baltisku londini fyrireika seg til kríggj

Fara at byggja ein verjumúr, har londini hava landamark við Russland og Belarus

Verjumálaráðharrin í Estlandi, Hanno Pevkur, segði á tíðindafundi í Riga fríggjadagin, at Estland, Lettland og Litava eru vorðin samd um at byggja ein verjugarð við teirra landamark eystureftir, har fleiri bunkarar skulu byggjast.

Orsøkin til hesa avgerð er at verja seg fyri hernaðarlig álop frá Russlandi og Belarus, skrivar estiski verjumálaráðið á heimasíðu sínari.

Estland skal eftir ætlan byggja upp ímóti 600 betongbunkarar, ið fer at kosta 60 milliónir evrur (448 milliónir krónur), sum skulu byggjast í Ida-Virumaa-økinum, ið liggur í landnyrðingspartinum av Estlandi og hevur landamark við Russland.

Tað er enn ikki greitt, hvussu nógvar bunkarar Lettland og Litava hava ætlanir at byggja.

Sambært estiska verjumálaráðnum verður farið í holt við byggja bunkararnar í fyrru helvt í 2025, og tað fer at taka tvey til trý ár at byggja.

Kelda: Kaitseministeerium