Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jonatan: – Eg havi einki hoyrt frá KÍ

Hóast hann var áhugaður í at leingja við KÍ, so bendir alt á, at Jonatan Johansson ikki verður partur av KÍ í ár

– Eg havi ikki hoyrt nakað frá KÍ, so status er, at eg eri fótbóltspensjónist aftur.

Tað sigur svenski málverjin, sum var við til at skapa KÍ-ævintýrið seinasta kappingarár, Jonatan Johansson, við FM1.

32 ára gamli málverjin gjørdi ein stutttíðar sáttmála við KÍ í fjør summar fram til 31. august, men eftir at KÍ vann seg í evropeiska bólkaspælið í Conference League, gjørdu partarnir seinast í august ein nýggjan sáttmála fram til 31. desember í 2023.

Søgan um svenska málverjan fór víða, tá hann undan Champions League-undankappingardystinum hjá KÍ móti Ferencvaros arbeiddi sum elektrikari í Oslo, og var annars givin at spæla fótbólt seinast í 2021, men saknaði at spæla fótbólt, og fór tí at spæla sum miðverji í norsku 5. deild á vári í fjør, men tá hann var í feriu á Rhodos, so ringdi táverandi KÍ-venjarin, Magne Hoseth, til hansara, tí hann hevði brúk fyri einum eykamálverja.

Men vegna skaðar í KÍ-hópinum gjørdist Jonatan Johansson fyrsti málverji í KÍ, har hann stóð væl í dystunum móti ungverska meistaraliðnum, og gjørdist eisini stóra hetjan, tá KÍ varpaði svensku meistararnar, BK Häcken, úr Champions League-undankappingini, tá hann bjargaði brotssparki í brotssparkskappingini.

Eisini stóð hann væl í dystunum í bólkaspælinum í Conference League, men viðurkennir nú, at ævintýrið við KÍ í fjør nokk verður hansara seinasta fótbóltsævintýr sum fótbóltsspælari.

– Eg eri farin aftur til arbeiðis sum elektrikari í Oslo, har eg búgvi saman við unnusti míni, so júst nú kalli eg meg fyri fótbóltspensjónist, sigur Jonatan, sum eisini sigur, at hann ongantíð hevur havt tað so stuttligt at spæla fótbólt sum í fjør.

Les eisini...  B36 er úti av Evropa

Í alt stóð Jonatan Johansson 20 dystir fyri KÍ í fjør, har tað bleiv til seks dystir í Betri Deildini, seks dystir í Champions League-undankappingini, tveir dystir í Europa League-undankappingini og seks dystir í Conference League-bólkaspælinum.