Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Næstan ger ongan fiskin ræstan

Hann var bert millimetrar frá at enda sum HM-vinnari og enntá sum HM-toppskjútti.

16. oktober 2002 kundi innskifti Hjalgrím Elttør havt javnað ímóti Týsklandi á AWD Arena í Hannover. Einsamallur móti týska málverjanum, Oliver Kahn, sendi Hjalgrím bóltin á stongina og týska bjørnin slapp við skrekkinum. Hollendski áleyparin, Rob Rensenbrink, stóð í líknandi støðu 25. juni 1978 á Estadio Monumental í Buenos Aires. Pallurin var HM finalan 1978 ímóti Argentina.

Rob Rensenbrink var føddur 3. Juli 1947 í Amsterdam. Hann gjørdist stjørnuleikari hjá RSC Anderlecht og á hollendska landsliðnum. Í 1976 valdi franska blaðið, Onze Mondial, besta leikaran í Europa á fyrsta sinni. Franski áleyparin, Dominique Rocheteau, var valdur til 3. besta leikara, Kevin Keegan varð valdur til næstbesta leikara, men 1. plássið í Onze d’Or átti hollendarin Rob Rensenbrink.

Hann byrjaði fótbóltslívsleiðina sum áhugaleikari í heimbýarfelagnum DWS, síðani skrivaði hann undir ein yrkissáttmála við Club Brügge í 1969. Har spældi hann í tvey kappingarár og skoraði 24 landskappingarmál í 55 dystum. Í 1970 vann hann belgisku steypafinaluna, áðrenn hann skifti til RSC Anderlecht í 1971. Hann vann fýra belgiskar steypafinalur afturat (1972, 1973, 1975 og 1976) umframt tvey meistaraheiti (1972 og 1974). Tað gekk eisini væl í europeiskum kappingum, har hann bæði Europa Cup fyri steypavinnarar (1976 og 1978) og UEFA Super Cup (1976 og 1978). Í 1976 var hann fyrsti vinnarin av Onze d’Or.

Hann spældi fyrsta landsdystin fyri Holland í 1968, men noyddist at spæla aðru violin, tí Johan Cruyff spældi á hansara yndisplássi. Fyri at fáa pláss til báðar, so setti hollendski landsliðsvenjarin, Rinus Michels, Rensenbrink á vinstra vong undir HM-endaspælinum í 1974, har Holland endaði sum tveyari aftan fyri Vesturtýskland.

Les eisini...  Sigurjón undrast á at Stefan Radosavljevic ikki er úttikin hesaferð

Í 1978 var Cruyff givin og so slapp Rensenbrink fram í álopið at spæla. Holland endaði aftur í finaluni, har Rensenbrink var heilt tætt við at tryggja teimum sigurin – tað vóru bert sekundir eftir av dystinum, tá ið hann skeyt upp á mál frá tættari fjarstøðu, men úr spískum. 90 minuttir vóru spældir og Holland hevði javnað fram móti dystarenda, tá Holland fekk fríspark á egnari hálvu. Bólturin varð sendur fram ímóti handaru stong og í tøttum nærdysti við ein argentinskan verjuleikara og málmannin fekk Rensenbrink prikað bóltin fram við málmanninum, men hann rakti stongina. Hevði Rensenbrink skorað, hevði Holland endað sum heimsmeistari og hann hevði sjálvur endað sum HM-toppskjútti, tí hann hevði skotið 5 mál. Í staðin fóru Argentina og Mario Kempes avstað við heiðrunum, tá Argentina (og Kempes átti annað) skoraði tvey mál í longdu leiktíðini.

Rob Rensenbrink gavst í 1982 eftir at hava spælt við Portland Timbers (1980) og Toulouse (1981-82). Hann andaðist 24. januar 2020 orsakað av vøddasvinn.

https://www.youtube.com/watch?v=N1lIy6dzEwg