Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Steypakapping í estetiskum fimleiki leygardagin

Leygardagin, 27. januar 2024, verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn

Heimasíðan hjá Fimleikasambandinum skrivar, at fýra feløg hava meldað luttøku við 20 liðum og 140 íðkarum.

Feløgini, ið eru umboðað í kappingini eru: Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Í alt koma seks pinkulið at kappast, seks smágentulið, fýra gentulið, tvey unglingalið og tvey kvinnulið.

– Kappingin byrjar klokkan 13 leygardagin við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Ongin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp kl. 12.00, og atgongumerkini kosta 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn, skrivar Fimleikasambandið.

– Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við.

Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum: www.fimleikur.fo.