Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leigunevndini fingið eina átalu

Setiumboðsmaðurin heldur ikki, at tað er nøktandi, at leigunevndin ikki hevði gjørt sær eina mannagongd sum tryggjaði, at eitt mál varð avgreitt skjótast gjørligt. Setiumboðsmaðurin hevur tí givið Leigunevndini eina átalu fyri hetta

Ein borgari klagaði um langa avgreiðslutíð hjá Leigunevndini av kærumáli hansara um uppsøgn úr einum bústaðarleigumáli. Málsviðgerðartíðin var 8 mánaðir.

Setiumboðsmaðurin visti á, at sambært § 28 í leigulógini hevur Leigunevndin skyldu til skjótast gjørligt at taka avgerð í kærumálum. Hvat “ skjótast gjørligt” merkir velst um upplýsingarnar í málinum, og hvussu torgreitt málið er. Tað bar tí ikki generelt at siga, um 8 mánaðir var ov long viðgerðartíð í einum kærumáli, men má hetta metast út frá umstøðunum í einstaka málinum.

Í sambandi við gjøgnumgongd av málinum hevði setiumboðsmaðurin heft seg við, at ongin svarfreist var ásett í skrivunum frá Leigunevndini um partshoyring og innheintan av upplýsingum. Setiumboðsmaðurin vísti á, at freistir fyri at svara ella at lata upplýsingar kunnu skunda undir viðgerðina og virka fyri, at eitt kærumál verður framt skjótast gjørligt, og at tað tí er góð fyrisiting at nýta freistir til at fremja eina skjóta málsviðgerð.

Við atliti at kravinum í § 28, stk. 1 um skjóta avgerð helt setiumboðsmaðurin, at væntandi áseting av freistum var ein mangul í málsviðgerðini í hesum máli og orsøk til, at avgerðin ikki varð tikin skjótast gjørligt.

Setiumboðsmaðurin gav Leigunevndini eina átalu fyri ikki at hava avgreitt kærumálið skjótast gjørligt samsvarandi § 28, stk. 1 í leigulógini.

Eisini mælti setiumboðsmaðurin Leigunevndini til at antin at gera mannagongdir fyri málsviðgerðina av kærumálum m.a. við atliti at kravinum í § 28, stk. 1 um skjóta avgerð ella at heita á Umhvørvismálaráðið at fáa hesi viðurskifti ásett í virkis- og fundarskipanina fyri Leigunevndina. (LUM 23/19764)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum til høgru.

UM TÚ IVAST: Ein setiumboðsmaður tekur sær av einum ávísum máli, tá ið umboðsmaðurin er ógegnigur. Sambært § 14 stk. 3 í umboðsmanslógini er tað Formansskapurin í Løgtinginum, sum tekur støðu til, um umboðsmaðurin er ógegnigur.  

Málið kann lesast í navnleysum líki her.