Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Edmund úr Chase við til 90´ini umaftur

"Einki er sum fyrstu ferð", fer at ljóma til tiltakið 90´ini umaftur, ið verður í Høllini á Hálsi 9. mars

Høllin á Hálsi verður karmur um risa tiltakið 90ini umaftur 9. mars í Høllini Á Hálsi. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til.

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum, Siri frá Ipkiss og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkað til tiltakið.

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið.

Edmund Jacobsen frá Chase
Einki er sum fyrstu ferð! Jú, at sleppa at uppliva 90’ini umaftur, verður møguliga eins gott og fyrstu ferð. Tá fara vit at syngja við til sangin hjá Chase – Fyrstu Ferð, og syngja sum ongantíð fyrr, tí Edmund Jacobsen verður við til stóra kvøldið og fer uttan iva at seta lív í fjøldina við sínum altíð orkufyltu framførslum. Hetta verður gott og er skráin longu nú á tremur við fantastiskum framførslum og tónleikarum.

Tiltakið er kl 21:00-03:45 og alt kvøldið er fult av góðum tónleiki.

Atgongumerki eru til sølu á www.ebillett.fo. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.

90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus