Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hannes leingir við B36

Hannes verður eisini hvítur í 2024

– Hannes Agnarsson verður eisini eitt av hóttandi álopsvápnunum hjá Dan Brimsvík í ár. Hannes hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri kappingarárið 2024.

Tað skrivar heimasíðan hjá B36.

Ágrýtni og kviki álopsspælarin hevur bara umboðað barndómsfelagið í føroyskum fótbólti.

Hann hevur higartil spælt 155 dystir og skotið 24 mál fyri besta mansliðið, og er eisini skrásettur fyri fimm landsdystir fyri Føroyar, sambært FaroeSoccer

Eitt skifti spældi hann eisini fyri HIK í Danmark.

Hannes verður 25 ár í næstum, og fer nú undir sítt níggjunda kappingarár í hvítu troyggjuni.