Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smyril ábøtur fyri 120 milliónir krónur

Nógvur ábøtur skulu gerast umborð á Smyril, um skipið skal halda nøkur ár afturat, sigur Strandferðslan

– Skal Smyril halda í eini tíggju ár afturat, hevur tað avgerðandi týdning, at stórar ábøtur verða gjørdar.

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, við Dimmalætting, nú Smyril fyllur 20 ár næsta ár, og Strandferðslan fleiri ferðir hevur víst á, at hann siglir so nógv, at skipið er so illa slitið.

Tað er ikki hissini ábøtur, sum Smyril krevur, skal skipið framhaldandi vera álítandi í Suðuroyarsiglingini  

Mælt verður til, at Smyril fær síðuskrúvur aftan, tí sum er, verður lagt at við skrúvunum og við at snarað róðrini fult í borðið, ið føra til ógvusligar ristingar umborð á skipinum, sum stálið eisini fær skaða av, vísir stjórin á.

Niels Juel Arge metir, at hendan ábótin fer at kosta umleið 60 milliónir krónur.

Eisini mælir Strandferðslan til at skifta høvuðsmotorarnir á Smyrli í 2028, og tað fer eisini at kosta umleið 60 milliónir krónur.

So samanlagt leggur Strandferðslan upp til, at ábøtur skulu gerast fyri 120 milliónir komandi árini.

– Tað hevði havt stóran týdning fyri, hvussu væl hann heldur, og hvussu væl hann fer at rigga hesi næstu árini, sigur Niels Juel Arge.

Smyril, ið varð settur í sigling 1. november í 2005, er 135 metrar langt, tekur umleið 200 bilar (ella umleið 60 trailarar) og umleið 1.000 ferðafólk.