Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn verða plátur kliptar

Seks bilar hava mist pláturnar í nátt

Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta døgnið.

Í løgreglufrágreiðingini stendur ikki nógv. Tað einasta, sum vaktleiðarin hjá Føroya Politi nevnir er vert at nevna er, at seks bilar í høvuðsstaðnum hava mist pláturnar í nátt.

– Hetta er antin vegskattaeftirstøður, tryggingareftirstøður ella hava fólk ikki verið til sýn við bilinum, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.

Eisini vóru nøkur ferðsluátøk gjørd við skúlar og dagstovnar gjáramorgunin, men har vísti alt at vera í lagið.