Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar hava lægsta arbeiðsloysi í Evropa

Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er á sama stigi sum áðrenn korona. Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa - serliga er tað lágt hjá føroyskum kvinnum

Arbeiðsleys eru fólk, sum einki arbeiði hava, eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan tvær vikur.

Í hesari grein verða tøl nýtt úr altjóða sambærligu arbeiðsfjøldarkanningini, sum verður gjørd árliga í november. Arbeiðsloysistalið í kanningini er ikki sambærligt við tey arbeiðsloysishagtølini, sum koma út mánaðarliga. Tey mánaðarligu arbeiðsloysistølini eru einans grundað á skráir hjá ALS og Almannaverkinum, ið bert fevnir um fólk í aldrinum 16 til 66 ár.  Harafturímóti verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin gjørd upp úr bæði almennum skráum og eini spurnakanning av teimum, ið ikki eru skrásett í arbeiðsloysisskipanum, og fevnir um fólk í aldrinum 15 til 74 ár. Kanningin fevnir tískil um fleiri, bæði tí aldursbólkurin er størri, og tí hon eisini fevnir um fólk uttan fyri arbeiðsloysisskipanirnar. 

Arbeiðsfjøldarkanningin er gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðarafelagnum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við hagtøl úr øðrum londum. Eftir hesum ásetingum verður aldurspennið 15 til 74 ár nýtt.  

Fleiri arbeiðsleysir menn enn kvinnur 

Arbeiðsloysið í Føroyum er niðri á sama stigi sum í 2019, áðrenn koronafarsóttin rakti. Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021. 

Arbeiðsloysið hjá monnunum er ikki minkað við somu ferð sum hjá kvinnunum. Tað er 1,7 prosent hjá monnum, sum er 0,6 prosentstig hægri enn 2019. Arbeiðsloysið hjá kvinnunum er 0,9 prosent, sum er 0,5 prosentstig lægri enn 2019. Í tali eru tað 304 arbeiðsleysir menn og 130 arbeiðsleysar kvinnur. Sostatt eru tvær ferðir so nógvir arbeiðsleysir menn sum kvinnur.

Lægsta arbeiðsloysið í Evropa 

Føroyar hava eitt lutfalsliga lágt arbeiðsloysi samanborið við onnur lond. Av teimum avmyndaðu norðurlendsku londunum og ES miðaltalinum í árunum 2015 til 2022 liggja Føroyar lægst. Ísland er tað einasta av hesum londunum, sum tað eina árið, í 2016, hevur havt lægri arbeiðsloysi. Í hesum londum er arbeiðsloysið lækkað hesi árini, uttan tá korunufarsóttin rakti. 

Les eisini...  1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við fleiri londum finnur tú her.

Eurostat, sum er hagtalsstovnurin í Evropasamveldinum, hevur enn ikki gjørt arbeiðsfjøldina upp fyri fjórða ársfjórðing í fjør fyri lond í Evropa. Tí verða teirra tøl frá fjórða ársfjórðingi í 2022 nýtt til samaberingar við nýggjastu føroysku tølini. Hesi verða mett til at vera mest lík orsakað av árstíðarbroytingum í arbeiðsfjøldum. Aldrarnir frá 15 til 74 ár er altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.

Í Evropa hava Føroyar lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið við 1,3 prosentum.  Tað hægsta arbeiðsloysið er í Spania við 13 prosentum og í Grikkalandi við 12 prosentum. Bæði Svøríki og Finnland liggja oman fyri ES miðaltalið, meðan hini norðurlondini liggja undir. Kekkia er landið, ið liggur tættast at føroyska arbeiðsloysinum við 2,2 prosentum. 

Bæði føroyskar kvinnur og menn liggja lægst millum øll londini í Evropa. Arbeiðsloysið hjá føroysku kvinnunum brýtur serstakliga frá og er undir eitt prosent. Tær liggja 1,6 prosentstig lægri enn í Íslandi við 2,5 prosentum. Arbeiðsloysið hjá føroyskum monnum er 0,2 prosentstig lægri enn í Kekkia.

Størsta arbeiðsloysið er millum tey ungu

Munurin millum Føroyar og onnur lond er sjónligur í øllum aldursbólkum. Størsta arbeiðsloysið er millum tey ungu í aldrunum 15 til 19 ár. Samanborið við Danmark og ES er arbeiðsloysið hjá teimum í tjúgunum í Føroyum munandi lægri. Í Føroyum er næststørsti aldursbólkurin 60 til 64 ár. Fyri hesi er arbeiðsloysið 2,2 prosent, sum er næstan ájavnt tað danska við 2,5 prosent.

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við aldursbólkum finnur tú her.