Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Útlitini fyri 2024 eru hampiliga góð

Tað stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, nú stóri rentuvøksturin tykist hæsaður av og tamarhald sýnist at vera á inflasjónini, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag

– Útlitini hjá føroysku vinnuni eru hampiliga góð fyri árið 2024.

Tað heldur Jón Sigurdsson, ið er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

– Gamaní eru fortreytirnar og avbjóðingar ymiskar hjá mongu fyritøkunum kring landið, men yvirskipað er eitt ávíst bjartskygni at hóma, heldur hann.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at bjartskygnið í vinnuni kemst av, at stóri rentuvøksturin tykist fyribils at vera hæsaður av, samstundis tamarhald sýnist at vera á inflasjónini.  Hetta stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, heldur Jón Sigurdsson.

Gestur í Vinnukikaranum
Ein longri samrøða við Jón Sigurdsson, formann í Føroya Arbeiðsgevarafelag, verður hesa vikuna at hoyra í Vinnukikaranum, sum er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, ið setur kikaran á og kring  vinnuna í Føroyum.