Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóhannis spyr um fráveru á miðnámsskúlum

Fleiri næmingar koyra við almennu Bygdaleiðum. Tá hesar leiðir eru avlýstar, er ongin møguleiki hjá fleiri at sleppa á skúlan. Hetta kann gerast tungt hjá næmingum, um skúlin ikki tekur hædd fyri orsøkini, men bara skivar næmingarnar fyri fráveru, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Miðnámsskúlar kunnu ikki staðsetast á hvørjum tanga. Tí hava landsmyndugleikarnir valt at staðseta ymisku skúlarnar í ymiskum økjum í landinum, har grundarlagið er, ella har atkomuligheitin hjá næmingum og starvsfólkum er skilagóð.

Lesandi kunnu í lítlan mun búgva á skúlunum ella nærindis skúlanum, men mugu sum oftast búgva heima hjá foreldrum ella avvarðandi. Flestu næmingar, sum byrja á miðnámi, hava heldur ikki koyrikort til bil, bæði tí, at tað er kostnaðarmikið og tí, at fleiri ikki eru vorðin 18 ár, tá tey byrja skúlagongdina.

Tí búgva nógv lesandi, sum ganga á miðnámi, heima. Og fyri mong er heimið úti á bygd, langt frá skúlanum. Úr Vágum eru 35-45 min at koyra til og frá skúla til t.d. Glasir og 25-30 min. til Vestmanna. Av Sandoynni er nakað styttri til Havnar. Úr Klaksvík á Kambsdal er eisini ein fittur teinur o.s.fr.

Fleiri næmingar koyra við almennu Bygdaleiðum. Tá hesar leiðir eru avlýstar, er ongin møguleiki hjá fleiri at sleppa á skúlan. Hetta kann gerast tungt hjá næmingum, um skúlin ikki tekur hædd fyri orsøkini, men bara skivar næmingarnar fyri fráveru og reyðan blokk.

Hetta ger, at fleiri næminar, sum búgva langt frá miðnámsskúlunum, og har fleiri eisini eru sera pliktuppfyllandi, kenna eitt eyka trýst frá skúlanum og av teirra fráverupolitikki. Serliga tí tey ikki kunnu møta, hóast tey vilja, og at hóttanin um ov nógva fráveru hongur yvir høvdi teirra.

Í Føroyum er javnan óveður og hálka, sum ger, at fráveruprosentið hjá hesum næmingum kann gerast ein forðan fyri eini nøktandi skúlagongd. Sum skilst eru onkrir miðnámsskúlar, sum praktisera fjarundirvísing sum alternativ, tá veðrið er svikaligt.

Les eisini...  Frá feriu á Rhodos til evropeiskt bólkaspæl

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/59955